Steðgið ørvitis verkætlanini undir Kongavarða 

Steðgið ørvitis verkætlanini undir Kongavarða 

0 have signed. Let’s get to 1,000!
At 1,000 signatures, this petition is more likely to be featured in recommendations!
Havnaborgarar ímóti skilaleysari bygging started this petition to Tórshavnar býráð

Vit vilja heita á Tórshavnar býráð at sleppa ætlanini um at broyta byggisamtyktina undir Kongavarða. Fylgið tykkara egnu heildarætlan og byggið heldur sømuligar leigubústaðir!

Tórshavnar býráð hevur í hyggju at loyva privatum byggiharra at kroysta 94 leiguíbúðir á eitt lítið øki undir Kongavarða, ið einans rúmar 30 leiguíbúðum. 

Ætlanin at kroysta 94 íbúðir í barakklíknandi bygningar á alt ov lítlum plássi er ikki ein virðilig loysn á íbúðartrotinum í Havn og gongur beint ímóti heildarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu. Íbúgvarnir fáa liviumstøður, sum ikki hóska seg í Føroyum anno 2019 uttan pláss til børn, fríøki og ferðslu.

Hetta má steðgast!

Vit krevja við hesum at býráðsmeirilutin í Tórshavn tekur annað skinn um bak og loysir bústaðartrupulleikan við at fylgja síni egnu heildarætlan og byggja 30 íbúðir, sum upprunaliga ætlað. Og at farið verður undir at byggja fleiri dygdargóðar leigubústaðir á nýggjum økjum, sum eru egnaði til tað.

Skriva undir og krev harvið at Tórhavnar býráð sleppir ørvitisætlanini undir Kongavarða og fer undir at byggja dygdargóðar leiguíbúðir til Havnaborgarar ístaðin.

Undirskriftirnar verða handaðar Anniku Olsen, borgarstjóra, hósdagin 29. august so borgarstjórin og býráðsmeirilutin kunnu hugsa seg um enn einaferð áðrenn avgerð skal takast 30. august um at broyta byggisamtyktina og harvið loyva byggingini av teimum 94 barakkíbúðunum undir Kongavarða at fara í gongd.

Ikki stúva 94 leiguíbúðir á eitt øki, ið einans rúmar 30 leiguíbúðum undir Kongavarða og steðgið nú vánaligari íbúðarbygging í Havn.

 

0 have signed. Let’s get to 1,000!
At 1,000 signatures, this petition is more likely to be featured in recommendations!