Magnus Heinason sum eftirgjørt riv

0 have signed. Let’s get to 1,000!


Vit mugu skapa tryggar og góðar karmar fyri vinnuna verður oftani rópt út frá tingsinsrøðarapallið.
So er spurningurin, vinnan, er tað bara fiskivinnan?
Sitandi meiriluti á løgtingi hava veitt stuðul fyri milliardavirði til nøkur fáa so tey skulu hava tryggar og góðar karmar at virka undir "sigst" .
Nú er okkara gamla havrannsóknarskip lagt, og ætlanin er at selja skipi sum gamalt jarn.

Hvat fær man fyri eitt gamalt skip, ið blívur selt sum gamalt jarn? Nneyvan tann stóri vinningurin, sum allarhelst blívur ein lítil løtuvinningur!
Sami meiriluti, sum hevur luta milliardavirðir til nøkur fá, kann vísa øllum at teir hugsa um ALLAR vinnur og lata Magnus Heinason søkka, á góðum tryggum staðið og í hesum førum verða við til at skapa karmar fyri ferðavinnuna/kavaravinnuna.

Tað er hvørfall ein "bíligur" stuðul ímun til nógvan annan stuðul teir veita!!
Tað er ein vaksandi áhugi í Føroyum at útbúgva seg innan kaving. Og eisini er sera stórur áhugið millum útlendingar at koma heima at uppliva ymiskt.
Har hevði skipi komi til sín rætt, og vit kunnu vísa á at her eru skip sum ein kann gera eitt ella fleiri kav niður á, í tryggum umstøðum.

Ein slík íløga fer at vera fleiri falda aftur í krónum og oyrum í landskassanum, tá í landið einaferð fer at taka ímóti turistum aftur!
Og hartil kann tilbúgvingin eisini nýta gott av tí, til venjingar. Eisini fær Kaldbaksbotnur ein møguleika at blomstra við djóralívi á einum eftirgjørdum rivi.

Vónandi halda tit tiltakið verða meira fremjandi fyri Føroyingar at varveita Magnus Heinason, sum eftirgjørt riv og part av føroyskari søgu.