Petition Closed

ListaBumban - í Kommunuskúlanum kann listin eksplodera!

 

LISTABUMBAN Í KOMMUNUSKÚLANUM! - Eitt stað har listin kann eksplodera!

Visjónin er, at fáa eitt skapandi og livandi alternativt mentanarhús í Kommunuskúlanum, har hurðin er opin hvønn dag, og har allar listagreinar eru vælkomnar.  

Hetta er ein loysn "her og nú" fyri nógv listafólk. Kommunuskúlin, sum annars stendur tómur, fær eitt gott endamál. 

Møguleiki skal verða til at leiga sær venjingarrúm/arbeiðsrúm fyri ein bíligan prís, og at kunna nýta tey størru rúmini til konsertir, sjónleikir, gallarí, framsýningar, skeið og alt sum hugflogið kann fevna um.

Øll skulu kunna bíleggja sær tíð í hesum hølum, til sítt listarliga virksemi, og á tann hátt, at ríka um mentanarlívið í Føroyum.

 

VENJINGAR/ARBEIÐSRÚM

Ætlanin er, at Kommunuskúlin verður býttur upp soleiðis, at; tónleikur, sjónleikur, myndlist, filmur, dansur, rithøvundar, sniðgevar og annað listarligt virksemi fær pláss eftir tørvi og eftirspurningi.

Eitt dømi er, at tónleikur fær nøkur rúm, sjónleikur fær nøkur rúm, myndlist fær nøkur rúm o.s.fr. Á tann hátt kunnu tey, ið arbeiða har dagliga, vera í samband við hvønn annan, uttan at órógva hvønn annan.

Tveir lyklar verða givnir: Ein til úthurðina, og ein til skúlastovuna. Leigarin kann fara inn at arbeiða sum honum lystir.

 

FRAMFØRSLUR/LISTASÝNINGAR

Sýningarhøli skulu skipast.

T.d. kann gamla sangstovan á ovastu hædd verða nýtt til sjónleik og smærri sýningar, og stóra aulan verða nýtt til tónleik og aðrar listarligar framsýningar.


KOSTNAÐUR

Kostnaðurin er fyribils 500 kr um mánaðan fyri eina skúlastovu: El/hiti og reingerð er við í prísinum.

Fyribils er ætlanin eisini, at listafólkini ið sýna fram, sjálvi avgera um tað skal verða frí atgongd, ella um tað skal kosta at koma inn.  

Allur peningurin fer óskerdur til tey útinnandi listafólkini, men tey hava sjálvi ábyrgd av, at hava fólk til at selja atgongumerki, at lýsa tiltakið, og at trygdin er í ordan.

 

TÓRSHAVNAR KOMMUNA

10. februar 2014 samtykti Mentanarnevndin, at eitt nýtt Borgarahús skal gerast har Kommunuskúlin stendur. Hetta skal fungera sum eitt mentanar- og virksemishús. Men politiska telvingin kann taka langa tíð, og ætlanin er at brúka húsið, inntil nýggja Borgarahúsið verður veruleiki.

Sí grein um Borgarahúsið her:
http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=4613

http://www.in.fo/news-detail/news/kommunuskulin-verdur-mentanarhus/?sword_list[]=mentanarhús&no_cache=1


ListaBumban - eitt alternativt mentanarhús, er ein royndarverkætlan í samstarvi við Tórshavnar kommunu. Kommunuskúlin hevur í eina tíð staðið tómur, og verður ikki nýttur til skúlagongd. Sum nú er, hevur Tórshavnar kommuna ikki gjørt av hvat bygningurin skal brúkast til, ella um/nær hann skal rívast niður, inntil eitt eventuelt Borgarahús verður gjørt. Tískil er tað ikki víst hvussu leingi bygningurin kann brúkast sum alternativt mentanarhús. Hóast hetta uppskotið ikki er ein varandi loysn, gevur hetta listafólki eitt høvi at dokumentera alt virksemið, sum kemur burturúr einum tílíkum húsi, og hvussu tað kann ríka um mentanarlívið.

 

Kommunuskúlin er í ringum standi, tað er eisini staðfest at har er blámusoppur í húsinum. Í fyrstu syftu verður farið inn í húsið við egnari ábyrgd. Men tryggingar og heilsu eftirlit, mugu sjálvsagt eisini fáast í lag, sum best ber til. Ætlanin er, at Kommunuskúlin verður nýttur sum hann stendur, uttan umbygging.  

 

 

ENDALIG AVGERÐ FRÁ MENTANARNEVNDINI

Tórshavnar kommuna vil fegin hava umsóknina so fullfíggjaða sum gjørligt, áðrenn hon fer til mentanarnevninda til eina endaliga avgerð.

Tað sum manglar, er at staðfesta, at har er ein tørvur á einum húsi, ið kann bjóða hølir til at venja og at skapa, og hølir at framføra/framsýna sína listagrein.

Øll listafólk og listaáhugaði verða biðin um at stuðla hesi royndarverkætlanini, við at skriva sítt navn inn á hesa leinkjuna.

 

Vinarliga

Sóley Danielsen, stigtakari.

 

This petition was delivered to:
  • ListaBumban


    Soley Danielsen started this petition with a single signature, and now has 341 supporters. Start a petition today to change something you care about.