Hjálpið okkum at verja serstaka náttúruøkið á Sandi!

The Issue
Hervið savna vit undirskriftir fyri staðiliga at mótmæla ætlaðu staðsetingini av vindmyllulund og atkomuvegi stutt vestanfyri Sandsbygd.
Hetta er eitt tað náttúruríkasta økið í Føroyum við heilt serligum vistskipanum og avbera fjølbroyttum fuglalívi – heiðafugli, antarfulgi og gásasløgum. Heili 16 av fuglasløgunum, sum halda til her, eru hótt. '
Vindur er hinvegin allastaðni. Myllur kunnu setast stórt sæð allastaðni, men verða tær settar her, verður økið í fyrstu atløgu sundursorlað og stórliga ávirkað av arbeiðinum.
Í aðru atløgu fara myllurnar at standa beint í flogrutuni, sum fuglarnir hava millum Gróthúsvatn og Søltuvík.
Vit heita hervið inniliga á øll, sum vilja Føroysku náttúruni væl, um at skriva undir.
Vit skulu hava grønan streym. Men vit mugu nýta vit og skil – og vit kunnu ikki ofra serstøku føroysku náttúruna fyri okkara nýtslu.
Myllurnar mugu setast aðrastaðni, har vistskipanin ikki er eins stórfingin og serstøk. Silas Olofsson, fuglaserfrøðingur, mælir eisini staðiliga frá staðsetingini.
Her er samrøða við Silas Olofson í KVF:
Samrøða við Silas Olofson
Her er tilfarið frá Umhvørvisstovuni:
Frestin at lata inn mótmælið er 9. august. Tað hastar tí at fáa savnað undirskriftir og gera vart við, at henda staðsetingin er reinur ørskapur.
Vinarliga deilið boðskapin.
908

Petition Updates
Share this petition
Petition created on 28 July 2024