Atualização do abaixo-assinadoLoyvið KOKS at halda framVón fyri KOKS - undirskriftirnar handaðar Yvirfriðingarnevndini
Høgni Sigrunarson ReistrupTórshavn, Ilhas Faroé
28 de ago. de 2019
Eg havi í dag verið á fundi við Yvirfriðingarnevndina, har eg handaði teimum tína undirskrift. Samlað fekk Yvirfriðingarnevndin 3173 undirskriftir. Takk fyri, at tú skrivaði undir. Hvør einasta undirskrivt munar, tí saman umboða tær ein greiðan vilja: At KOKS skal fáa loyvi at halda fram eina tíð aftrat frammi við Gjónna. Á fundinum segði Yvirfriðingarnevndin, at mongu undirskriftirnar verða tiknar við í metingina, sum kann tryggja, at KOKS og ungu starvsfólkini á Michelin-matstovuni framhaldandi kunnu bjóða tað besta, Føroyar hava at bjóða. Nú er vón fyri KOKS, og tað var endamálið við at savna inn undirskriftirnar. Enn einaferð - takk fyri tín stuðul. Høgni S. Reistrup
Copiar link
WhatsApp
Facebook
Nextdoor
E-mail
X