Victory

Loyvið KOKS at halda fram

This petition made change with 3,182 supporters!


Yvirfriðingarnevndin hevur boðað KOKS frá, at matstovan við tveimum Michelin-stjørnum ikki sleppur at halda fram við virkseminum frammi við Gjónna við Leynavatn.

1. septembur í ár skal matstovan steingja.

Tað má ikki henda, at Yvirfriðingarnevndin steingir KOKS og harvið tað besta, Føroyar hava at bjóða.

Yvirfriðingarnevndin sigur í grundgeving sínari fyri at steðga KOKS, at ein bygningur nærindis matstovuni bara kann verða brúktur til landbúnað. Fyrr var bygningurin ein gamal arbeiðsskúrur. Koks hevur ístaðin fyri skúrin latið smíðað ein nýggjan bygning í siðbundnum føroyskum sniði. Inni í bygninginum er ein køkur, har kokkar gera besta matin, sum nakrantíð er gjørdur í Føroyum.

KOKS er eitt eindømi í føroyskari matmentan. Matstovan hevur sett føroyskar rávørur og Føroyar á heimskortið. Hon dregur ferðafólk til sín úr øllum heiminum. Samstundis hava ungu starvsfólkini á KOKS gjørt okkum tilvitað um tær einastandandi rávørur, sum eru á sjógvi og landi.

Her er talan um eina matstovu, har ung fólk errin fara til arbeiðis í eini blómandi vinnu. Ringar verða spjaddir út í alt samfelagið - frá gistingum til hýruvognar. Frá handlum til aðrar matstovur.

KOKS er ein fongur fyri Føroyar og eitt gott umboð fyri okkara land. Staðsetingin frammi við Gjónna við Leynavatn hevur týdning fyri framhaldandi virksemið hjá matstovuni og fyri upplivingina, sum gestirnir fáa.

Skriva undir og vís á henda hátt KOKS tín stuðul.

Allar undirskriftirnar verða handaðar Yvirfriðingarnevndini mánadagin 26. august, so hon kann endurskoða avgerð sína og leingja loyvið hjá matstovuni at reka virksemi í verandi umhvørvi - til frama fyri allar Føroyar.



Today: Hans is counting on you

Hans Blaasvær needs your help with “Yvirfriðingarnevndin: Loyvið KOKS at halda fram”. Join Hans and 3,181 supporters today.