20 børn verða koyrd úr skúlanum

20 børn verða koyrd úr skúlanum

Started
February 3, 2022
Petition to
Tórshavnar býráð and
Signatures: 344Next Goal: 500
Support now

Why this petition matters

Started by Torkil Olsen

Broyttu leiðreglurnar fyri innskriving í skúla í Tórshavnar kommunu hava við sær, at 20 forskúlabørn verða koyrd úr skúlanum, tey ganga í, og flutt í annan skúla, tá ið 1. flokkur byrjar.

Nýggju leiðreglurnar vórðu kunngjørdar í november 2021 – tíggju mánaðir eftir, at børnini vórðu skrivað inn í forskúla og tríggjar mánaðir eftir, at børnini vóru byrjað í skúlanum. Hóast foreldur og børn ikki kundu vita um hesa broytingina, tá ið innskrivingin varð gjørd, hevur Tórshavnar kommuna avgjørt, at broyttu leiðreglurnar skulu vera galdandi við afturvirkandi virknaði.

Øll vita, at tað er ein stór broyting fyri eitt barn at fara í skúla, og vit harmast tí um, at børn í Tórshavnar kommunu, eftir at hava brúkt eitt ár at venja seg við at ganga í skúla og at fáa nýggjar vinir, skulu flytast til annan skúla. Við avgerð síni, hevur Tórshavnar kommuna sett til síðis trivnaðin hjá børnunum, og avgerðin tekur á ongan hátt atlit til barnsins besta.

Í fyrstu atløgu heita vit á Tórshavnar kommunu um at finna eina virðiliga loysn, soleiðis at tey 20 børnini kunnu halda fram í fyrsta flokki saman við floksfeløgum sínum.

Í seinnu atløgu heita vit á Tórshavnar kommunu um at finna eina varandi loysn, ið tryggjar, at børn, ið verða skrivað í skúla í framtíðini, somuleiðis fáa eitt støðugt skúlatilboð, ið hevur trivnaðin hjá barninum í sentrum.

Support now
Signatures: 344Next Goal: 500
Support now